Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangløta í Mikladals kirkju í kvøld

Danial Viðoy

Leygarkvøldið 14. mars (í kvøld) kl.19.30 verður sangløta í kirkjuni í Mikladali. Nógv forvitnisligt verður á skránni. Hugleiðingar frá Snorra Brend og eisini koma konfirmantar at virka við.

Leygarkvøldið 14. mars (í kvøld) kl.19.30 verður sangløta í kirkjuni í Mikladali. Nógv forvitnisligt verður á skránni. Hugleiðingar frá Snorra Brend og eisini koma konfirmantar at virka við.

Snorri Brend fer at hugleiða um nakrar sangir/sálmar og søgu teirra. Eftir sangløtuna verður boðið til kaffi í Avhaldshúsinum.

Hetta vikuskiftið eru konfirmantar úr Klaksvík, ið skulu fermast pálmasunnudag og konfirmantar Eystan Múla, ið skulu fermast fyrsta sunnudag eftir páskir, á legu í Mikladali.

Øll eru hjartaliga væl komin, sigur prestur.