Frank Underwood (Kevin Spacey) er høvuðspersónur í amerikonsku sendirøðini, House of Cards. Hesin ger so at siga alt, fyri at fáa politiskt vald. Hann vísir ikki atlit til nakran, uttan seg sjálvan; ja ein kaldur og kýniskur politikkari. – Tað er skaðiligt fyri fólkaræðið, at fólk fáa ta fatan, at politikkur gongur fyri seg soleiðis sum í House of Cards, sigur fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale m.a.
Frank Underwood (Kevin Spacey) er høvuðspersónur í amerikonsku sendirøðini, House of Cards. Hesin ger so at siga alt, fyri at fáa politiskt vald. Hann vísir ikki atlit til nakran, uttan seg sjálvan; ja ein kaldur og kýniskur politikkari. – Tað er skaðiligt fyri fólkaræðið, at fólk fáa ta fatan, at politikkur gongur fyri seg soleiðis sum í House of Cards, sigur fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale m.a.
– Fólk elska at síggja politikkara, sum eru kýniskir, kaldir og útroknandi fanar, sum vilja hava vald fyri ein og hvønn prís. Men hendan sendirøðin er eitt sindur óálítandi, byrjar Sjúrður Skaale tá ið undirritaði spyr hann um politisku sendirøðina.
Kann skaða fólkaræðið
– Tey allarflestu fara upp í politikk, tí tey vilja betra um okkurt. Men hendan sendirøðin til einkis ger politikk til at vera eitt spæl um vald, eitt ’show’, spinn os.fr. Tað er skaðiligt fyri fólkaræðið, at fólk fáa ta fatan, at politikkur gongur fyri seg soleiðis sum í sendirøðini. Tí tað er altso ikki so. Tí fáa fólk hesa fatanina av politikki, so verða tað bert ”psykopatarnir”, sum hætta sær upp í politikk, ímeðan onnur við betri endamálum, lata vera við at fara upp í, fortelur fólkatingsmaðurin.
Psykopatar eru ikki bert í politikki
– Tað eru eisini fólk, ið eru sum Frank Underwood, sum ofra alt fyri at fáa vald. Tað eru ikki bara politikkarar, sum kunnu vera soleiðis. Um tú m.a. tekur Lance Armstrong til samanberingar. Hann vildi vinna Tour De France fyri ein og hvønn prís. Hann leyg, snýtti, var kýniskur og kaldur, sveik og stakk sínar nærmastu vinir í ryggin, baktalaði; ja hann brúkti allar hugsandi skitnar snildir fyri at koma upp á tindin. Sovorðin fólk eru í ítrótti, í vinnulívinum og sovorðin fólk eru eisini í politikki.
Men Sjúrður leggur aftur at, at politikkur kann draga psykopatar at sær:
– Tað kann gott vera, at tað eru fleiri av hesum slagnum í politikki. Tað er einki at ivast í, at tað eru fleiri psykopatar ímillum statsleiðarar, enn tað eru í millum vanlig fólk. Slíkt umhvørvið, har tað snýr seg um at koma framat, at vinna vald, dregur psykopatar at sær.
Tey politisku virðini eru týdningarmikil
Sjúrður Skaale sigur eisini, at um ein politikkari ikki veit, hvørjum hann berjist fyri, kann hann skjótt byrjað at stríðast fyri sær sjálvum:
– Um ein fer upp í politikk og hevur virðini upp á pláss, veit hvat ein ætlar at útinna, og hevur grundarlagið og virðir upp á pláss; so er eingin trupulleiki. Men fer ein upp í politikk, bert fyri at royna spælið, at royna ”showið”, verður man drigin at politiska spælinum. Tá verður eittans endamál, tað verður ein sjálvur. Tað kann verða skaðiligt.
Politikkarar drepa óbeinleiðis
Heldur tú at amerikanskur politikkur er so harður, at politikkarar drepa fólk, fyri at sleppa til vald?
– Nei, tað haldi eg ikki. Men óbeinleiðis eru nakrir politikkarar við til at drepa fólk, tá ið teir taka val um kríggj og annað, sum kunnu elva til manndráp. Men at politikkarar drepa fólk frá egnari hond fyri at fáa vald, trúgvi eg ikki. – Men aftur, vit vita ikki hvør drap Kennedy, vit vita ikki, hvør gjørdi eina morðroynd mótvegis Ronald Reagan.
Tað er vandi fyri at gerast breyðpolitikkari
Lærir tú sum politikkari nakað av hesi sendirøðini?
– Ja, eg læri tað, at tað er ein vandi fyri, at ein politikkari verður sogin inn í eitt spæl, sum sendirøðin vísir á. Vandin í politikki, er at politikkarin fellur fyri spælinum og missur seg sjálvan burtur. Ja, ein politikkari kann enda sum ein kýnikari, sum spælir spælið grundað á valdsgreði og har við ikki ger sítt arbeiði. Tann myndin er sannlík, greiðir Sjúrður frá.
Tá ið visiónir og mál fána burtur, tá er tíð at gevast, torir undirritaði at lesa í næstu útsøgn Sjúrðar:
– Tað finnast breyðpolitikkarar, sum ikki longur hava nakrar visiónir, ongar ætlanir, men bert hava eina karrieru. Ein politikkari kann skjótt koma har til, at hann missur seg sjálvan burtur og tómur politikkur verður innihaldið. Politikkarin kann vera so trásettur eftir, at fáa ein ávísan politiskan stól, at tað blívur til alt í politikki. Jú, tað er vandi fyri at politikkarin gerst óetiskur og verður sítt egna endamál.
Anders Fogh Rasmussen meinlíkur Underwood?
Tú ferðast dag og dagliga í millum aðrar politikkarar. Er nakar, sum er meinlíkur Frank Underwood?
– Tað kom ein filmur út í Danmark, fyri nøkrum árum síðani, sum kallaðist Kongekabalen. Hann varð gjørdur við støði í eini øgiligari uppgerð, sum var í Konservativa Fólkaflokkinum, har sum teir fyri eitt gott orð, dolkaðu hvønn annan í ryggin. Høvuðspersónurin í filminum var sera kýniskur, fortelur Sjúrður og leggur afturat:
– Rithøvundurin handan manuskriptið, segði at íblásturin í roynd og veru kom frá kenda danska politikkaranum, Anders Fogh Rasmussen. Tað var fyrimyndin til ein kýniskan politikkara. Rithøvundurin segði, at Anders Fogh Rasmussen var so ’maskin-aktigur’, so tilvitaður um tað, sum hann vildi og tað, sum hann setti sær fyri, at hann varð íblástrarkeldan.
– Eg sigi her við ikki, at Anders Fogh Rasmussen er ein slíkur atlitarleysur politikkari, men bert at høvundurin til filmin hevur brúkt Anders Fogh til fyrimynd til kýnismu í politikki. Teir søgdu, at teir brúktu hann sum fyrimynd, tí hann var so ekstremt málrættaður. Og tá ið ein politikkari er so málrættaður, ja so kann tað sjálvsagt henda seg, at hann kemur at taka nakrar harðar snildir í brúk, sigur fyrrverandi Tjóðveldismaðurin og núverandi Javnaðarmaðurin.
Kýnisma er eisini í Føroyum
Torir tú at nevna nakran Frank Underwood í Føroyum?
– Nei, eg vil ikki nevna nakran í Føroyum. Men í størri og minni mun gongur kýnisma fyri seg, sigur Sjúrður og sipar einamest til valstríð:
– Tá ið tað er valstríð, tá er kapping á hvørjum einasta vallista. Tí ein politikkari veit, at tað bert er pláss fyri so og so nógvum í hvørjum flokki, og tá slepst ikki undan innanhýsis kapping. Politikkur er soleiðis háttaður, at tað leggur upp til kapping.
Politikkarar verða næstan noyddir at traðka onkran á tærnar til tess at sleppa fram at:
– Vil ein hava ein post, má fyrst ein úr postinum, til tess at lova hinum fram at. Tá kann tað sjálvandi henda seg, at onkur verður traðkaður á tærnar. – Yvirhøvur má ein politikkari hava nakað upp á hjarta, nakað hann vil útinna. Men fyri at náa einum hjartamáli, má politikkarin eisini duga tað taktiska spælið í politikki, endar Sjúrður Skaale, sum skjótt skal stríðast til val.
LESIÐ EISINI HVAT JANUS REIN OG HANUS SAMRÓ SIGA UM HOUSE OF CARDS




