Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hendir nakað í KÍ á deadline degnum?

Jákup Ósá

Seinasta nýggja úr KÍ leguni.

Seinasta nýggja úr KÍ leguni.

Flytingarvindeygað stongir á midnátt. Tað merkir, at feløgini í Effodeildini hava hendan dagin afturat til at styrkja liðið. Síðani opnar flytingarvindeygað aftur í summar.

Norðlýsið hevur tosað við umboð frá KÍ leiðsluni í dag. Og har er greiða útmeldingin, at KÍ hópurin er endaligur og tískil kemur eingin nýggjur leikari inn afturat í hesum umfarinum. Leysasøgur hva gingið um, at málverjin Kristian Joensen var uppá tal til KÍ, men Norðlýsið skilir, at einki hald er ella hevur verið í teimum søgunum.

KÍ styrkti seg áðrenn kappingarbyrjan við Mayowa Alli, Evrard Blé og Kenan Hajdarevic. Meðan Jóhan Jacobsen(NSÍ), Álvur F. Christiansen (AB), Rodrigo Silva(farin av landinum) og Bárður J. Heinesen(1.deild hjá B36) eru farnir til onnur feløg.