Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur um sólarmyrking

Tíðindaskriv

Leiðari av Orion Planetarium í Danmark, Lars Petersen, heldur almennan fyrilestur í Skúlanum við Ósánna um sólarmyrkingina, mikukvøldið 18. mars kl. 19.30. Lars Petersen, sum hevur eina ph.d. í astrofysik við Aarhus Universitet, hevur síðani 1997 verið leiðari av Orion Planetarium í Jels, ið liggur í Suðurjyllandi.

Hann hevur nógvar royndir við at greiða frá um astronomi á planetariuminum, har hann heldur fyrilestrar og kunnar vitjandi. Eisini skrivar hann vísindaligar greinar og er við í útvarps- og sjónvarpssendingum, har hann greiðir frá um hesa vísind á ein lætt skiljandi og einfaldan hátt .

Lars Petersen kemur á fyrilestrinum at greiða frá um tey viðurskifti í astronomiini, sum eru kring eina sólarmyrking, og eisini hví tær eru so sjáldan. Greitt verður frá, hvussu tú best kann uppliva sólarmyrkingina, hvat man skal leggja merki til og um trygdarviðurskifti – hvussu tú verjir teg best.