Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, sigur at samgongan á fundi í komandi viku ferð at viðgera málið um fiskivinnunýskipanina. Hetta er ikki eitt mál sum stendur beinleiðis í samgonguskjalinum og tí er tað sum so ikki einans eitt avgerandi mál fyri samgonguna. Tað sum hevur týdning er at vit arbeiða fram móti eini semju og í løtuni er ósemja í øllum teimum stóru flokkunum í løgtinginum.

Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður og samgonguleiðari, sigur at tað er rætt tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur at bólturin liggur hjá løgmanni í samband við nýskipan av fiskivinnuni.
Men tað er ikki rætt tá tað verður ført fram at tað einans er Sambandsflokkurin sum ikki er fult samdur. Í øllum teimum stóru flokkunum í løgtinginum eru tingfólk ósamd um hvat er besta leiðin at taka, og tí er hetta eitt sera trupult mál.
Í løtuni eru vit fult upptikin við fíggjarkarmarnar sum skulu verða í løgtinginum áðrenn 1. Apríl og í hesum sambandi fara vit at hava samgongufund seint í næstu viku. Tá fara vit eisini at viðgera fiskivinnunýskipanina.
Men eg má minna á at høvuðsendmálið við hesi samgonguni var og er at fáa hallið í almenna búskapinum burtur í 2016 og hetta mál fara vit at halda fast um.
Almennu útreiðslurnar vuksu í fjør við 1,8% og komandi ár hava vit ikki ráð til at økja almennu útreiðslurnar meira enn 0,8 til 1% og tá hava vit samstundis funnið nýggjar inntøkur til landskassan.
Tað er greitt at flokkarnir eru farnir at hugsað meira taktist nú vit eru í einum valárið, og tí verður tað sera trupult at finna eina semju um fiskivinnupolitikkin, men umráðandi er at hetta arbeiði heldur fram, men alt hetta verður viðgjørt innanhýsis í samgonguni á fundi í komandi viku, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen.