Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF Føroyar vann uppiborið

Danial Viðoy

Honbóltur, Keypmannahavn: ÍF Føroyar hevur aftur í kvøld skrivað søgu fyri triðju ferð í hesum steypakappingarárinum. Tvær ferðir hava menninir hjá ÍF Føroyum vunnið á einum liðið úr triðbestu donsku hondbóltsdeildini, og í kvøld gekk góða gongdin út yvir lið í næstbestu deildini. Endaliga úrslitið gjørdist 29-23 til ÍF Føroyar ímóti Høj.

Honbóltur, Keypmannahavn: ÍF Føroyar hevur aftur í kvøld skrivað søgu fyri triðju ferð í hesum steypakappingarárinum. Tvær ferðir hava menninir hjá ÍF Føroyum vunnið á einum liðið úr triðbestu donsku hondbóltsdeildini, og í kvøld gekk góða gongdin út yvir lið í næstbestu deildini. Endaliga úrslitið gjørdist 29-23 til ÍF Føroyar ímóti Høj.

Teir føroysku løgdu væl frá byrjan og vóru sera uppsettir. Tað merktist eisini í upphitingini undan dystinum, at menn veruliga høvdu trúnna og mót at vinna hendan dystin.

Føroyingarnir løgdu seg á odda beinanvegin og vóru frammanfyri allan fyrr hálvleik. Tað var sum um, at teir donsku favorittarnir vórðu eitt sindur skelkaðir av góðu føroysku byrjanini. Tí ongantíð megnaðu danir at fáa javnvág í støðuna.

Hálvleiksstøðan var 17-14 til ÍF Føroyar.

Men tað vóru danir, ið komu betri út til seinna hálvleik. Í knappar tíggju minuttir vóru tað nú teir, ið vóru omaná. Tá ið 40 minuttir vóru leiktir vóru danir á odda 18-19.

Dysturin lá nú og ridlaði um, hvør mátti fara at draga tað longra stráið. Nógvar tekniskar villur vórðu gjørdar. Men tað vóru teir føroysku, sum komu sum ketta burturúr høvdatrog og aftur tóku teir yvir – hóast tað undan dystinum ikki var so væntandi, at føroyingarnar fóru at vinna dystin.

Føroyingarnir drógu nú bara frá og vórðu veruliga við yvirlutan. Og tað kann eisini sigast um føroyskur áskoðararnar, ið díktu á sínar leikarar. Teir føroysku áskoðararnir vóru eisini fjølmentari.

Endaliga úrslitið gjørdist so statt 29-23 til ÍF Føroyar úr 4. división ímóti Høj úr 1. división. Eitt slag av einum bragdi.

Dystargongd fimtahvønn minutt:

Min: ÍF Føroyar – Høj

05: 4-2

10: 5-2

15: 9-7

20: 12-9

25: 15-12

30: 17-14

35: 18-18

40: 18-19

45: 20-19

50: 21-20

55: 25-22

60: 29-23

* fleiri myndir og kykmyndir koma seinni.