Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptøka av næmingum á Rásini

Tíðindaskriv

Rásin er eitt skúlatilboð til ung við serligum tørvi. Endamálið við skúlatilboðnum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.

Rásin er eitt skúlatilboð til ung við serligum tørvi. Endamálið við skúlatilboðnum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.
Málbólkurin eru ung við serligum tørvi, sum eru lutvíst væl fyri. Undirvísingin hevur sítt støði í persónligum virksemisætlanum við serligum atliti at heilsugóðum kostvanum og rørslu. Stórur dentur verður lagdur á likamligt virksemi í dagligdegnum. Fysisku karmarnir í skúlanum eru ikki egnaðir til brúkarar, sum nýta koyristól.


Innihaldið ì skúlaskeiðinum er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði. Høvuðsdentur verður lagdur á praktiska upplæring.
Rásin er ein samdøgursstovnur, og næmingarnir búgva í skúlanum. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi 2 ár. Næmingarnir hava somu feriu sum vanligu fólkaskúlarnir. Í feriuni er skúlin stongdur.
Søkt verður eftir 7 næmingum at byrja mánadagin 18. august 2015.
Treytin fyri at verða upptikin er, at tú skalt vera liðugur við fólkaskúla og ikki vera eldri enn 25 ár og hugað/ur at luttaka aktivt í undirvísingini.
Um hetta er nakað fyri teg, skalt tú senda eina umsókn við navni, føðingardegi og einari neyvari lýsing av tær sjálvum, tínum áhugamálum v.m. í seinasta lagi mánadagin 25.03.15 til hesa adressuna:

Rásin
Att: Sonni Óli Djurhuus, leiðari
Heiðavegur 67
FO-600 Saltangará

Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Rásini www.rasin.fo

Vart skal gerast við, at skúlatilboðið, sum verður umsitið av Mentamálaráðnum, er skipað sambært Løgtingslóg nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki. Uppskot er til broyting í lógini m.a. viðvíkjandi aldri av næmingum og tíðarbili á skúlaskeiðnum. Um uppskotið verður samtykt, virkar komandi skúlaskeið eftir hesum broytingum í lógini.

Harleyfacadeacryl