Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gørnini fylltust við stórum toski

Oliver Joensen

Gudrun avreiddi 10.000 pund á Klaksvík ídag. Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun sigur, at teir fóru út mánadagin. Komnir einar 12 fjórðingar úr landi norðanfyri, tosaði eg við ein línubát, sum hevði roynt har um leiðir. Teir gramdu seg um, at har var slett onki at fáa. Tað skrivaði nógv, men onki kom á línuna.

Hetta fekk meg at hugsa at so var tað helst upsi teir sóu á loddinum. Komnir einar 15 fjórðingar úr landi skrivaði nógv, og eg avgjørdi at seta nøkur fá gørn. Vit settu 60 gørn. Hetta vóru upsagørn, ið eru umleið helvtina styttri enn vanligu toskagørnini, sum vóru brúkt i 70unum og 80unum.

Eg má siga, at eg gjørdist ordiliga bilsin tá vit fóru at draga. Gørnini vóru faktiskt full at stórum tosku. Hetta hevði eg ikki rokna við, tí vit vóru á góðari upsaleið hesa tíðina av árinum, og hartil høvdu línubátar norðanfyri onki fingið, tað sama kann sigast um útróðrarbátarnar.

Eg rokni við, at høvdu vit havt sett toskagørn ístaðin, so hevði verið skjótt at fyllt bátin, so nógv var í hesum fáu gørnunum. Vit fingu faktiskt bara stóran tosk, tað undrar meg eisini, tí sum sagt so settu vit upsagørn og meskarnir á teimum eru smærri enn á toskagørnum.

Vit vildu so ikki seta niðuraftur her fyri ikki at oyðileggja nakað. Vit hava samstarva í um 20 ár við Havstovuni um veiðu við gørnum eftir havtasku, og tað samstarvið hevur gingið væl. Hetta var so ein roynd at seta upsagørn at vita um nakað av upsa kundi fáast.

Eg havi ikki fingið vektarseðilin, men eini 8.000 pund av toski mundu vit hava ídag og so eini 2.000 pund av longu og upsa.

Gørnini stóðu á umleið 90 favnum í umleið 12 tímar.

Sjálvur haldi eg at tað var spell at veiða við gørnum kom í so ringt orð í 80unum. Eg haldi, sigur Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun, at um arbeitt verður við skili, so eru gørn ein góður reiðskapur. Støddin á meskunum avgerð hvørja stødd av fiski tú tekur úr stovninum og harafturat er veiða við gørnum ódýr, tí tú brúkar lítið av olju og onki agn, so eftir mínum tykki áttu vit at brúkt hendan reiðskapin nógv meira. Men tað er alneyðugt sjálvandi at tað verður gjørt undir skipaðum viðurskiftum.

Tey 20 árini vit hava roynt við gørnum eftir havtasku, hava vit prógva, at vit hava líka góðan fisk sum aðrir, tað prógvar millum annað prísurin vit hava fingið fyri fiskin hesi árini, sigur Kristin Vilhelmsen, skipari og reiðari á Gudrun.