Leiðarin av Orion Planetarium í Danmark, Lars Petersen, helt ein sera viðkomandi og pedagogiskan fyrilestur í Ósáskúlanum í gjárkvøldið, um sólarmyrkingina.
Nógv fólk vóru til fyrilesturin. Tað kendist við tað sama, at maðurin hevði royndir at greiða frá, tí hansara framløga var sera greið og ítøkilig. Vit sum vóru komin saman í Ósáskúlanum fingu í veruleikanum eina sera ítøkiliga simulering av sólarmyrkingini at síggja.
Alt í alt ein sera væl frágingin fyrilestur.




