Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt av okkara kendastu listafólkum fyllir 50 ár í dag

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tá ið vit ringdu fyri at ynskja honum til lukku, takkaði hann afturhaldin og varin, sum hann altíð er. Og so legði Edward afturat speiskliga, sum hann eisini er – og sjálvironiskur: “Og sjálvandi mátti sólin fara í svart, nú eg fylli”! Men ivaleyst verður eitt nýtt og betri ljós eftir myrkingina?

Tá ið vit ringdu fyri at ynskja honum til lukku, takkaði hann afturhaldin og varin, sum hann altíð er. Og so legði Edward afturat speiskliga, sum hann eisini er – og sjálvironiskur: “Og sjálvandi mátti sólin fara í svart, nú eg fylli”! Men ivaleyst verður eitt nýtt og betri ljós eftir myrkingina?

Nýggjasta listaverkið hjá Edward, sum hongur uppi í SMS, SunMoonShadow, og hevur fingið styttingina “SMS”, hevur vakt stóran áhuga, og steðga øll á at hyggja at, taka eina mynd og undrast.

Uttan at fara inn á longu og áhugaverdu listasøguna um Edward, so kann bert í stuttum sigast, at hann er eitt av okkara frægastu listafólkum. Høvur hansara tykist rættiliga ótømandi fyri spennandi og annarleiðis hugskotum, og eru eyðkenni í listaverkum ofta fuglar, fuglameingi og onnur djór í føroysku náttúruni.

Edward er rættiliga – fyri ikki at siga heilt kompromisleysur í síni list. Hjá honum er bert tað besta nóg gott, og hann setir seg sera væl inn í tað, hann fæst við.

Edward, sum arbeiðir í so mongum miðlum, hevur teknað til bøkur og gjørt kápumyndir, gjørt veggjaprýði, pallmyndir, sniðgivið sivurprýði til føroysk klæði, frímerki, og so er hann eisini rithøvundur. Hann hevur givið fimm barnabøkur út.

Eitt av hansara meistaraverkum er heilt víst Jesus úr Nasaret, sum hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. Føroya Landsstýri hevur latið hennara hátign Drotningini listaverk frá Edwardi Fuglø, tá ið hon hátíðarhelt 40 ára dagin á krúnuni.

Edward Fuglø hevur fingið ymiskar viðurkenningar, teirra millum listavirðisløn Nólsoyar Páls nú á nýggjárinum.

Edward Fuglø, sum er fjalin, finst ikki á “andlitsbókini” – Um so var, høvdu heilsanirnar verið nógvar, eisini uttan úr heimi, har hann eisini er eitt kent og virt navn.

Hjartaliga til lukku við degnum, Edward.

Dávur Winther
Norðoya Listafelag, formaður