Tá Norðlýsið var á Varpabrúnni ídag, var nógv stákan har, tí DR 1 skuldi senda veðurtíðindi hagani, bæði føroysk og donsk veðurtíðindi.
Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari hevði skipa fyri at allir brandbilarnir vóru settir útum á sløkkiliðsstøðini og teknikarar hjá DR rokaðust við kablar og ymisk tól. Ein av teknikarunum er føroyingur, hann segði mær, at hann hevði arbeitt niðri í 5 ár, kundi hugsa sær at komið aftur, men metti at tað var kanska ikki bara sum at siga tað, at fáa eitt starv í Føroyum.




