Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjan prest 1. mai

Danial Viðoy

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Norðara eystara prestagjald. Hetta skrivar folkakirkjan.fo á heimasíðu síni nú um dagar. Eftir ætlan skal nýggjur prestur setast 1. mai 2015.

Folkakirkjan.fo skrivar soleiðis:

“Norðoya eystara prestagjald
Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. mai 2015 ella so skjótt til ber.

Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir: Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Hvannasund og Viðareiði.

Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Ónagerði, Bakkavegur 41, Viðareiði. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Sóknarpresturin í Norðoya eystara prestagjaldi samvirkar í einum toymi við sóknarprestarnar í Norðoya vestara prestagjaldi. Toymið verður samskipað av tí kirkjubókaførandi sóknarprestinum í Norðoya vestara prestagjaldi.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva til biskupin telefon 311995 / 237320 ella jf@folkakirkjan.fo.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. apríl 2015 kl. 12.00. stift@folkakirkjan.fo. “