Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar væl frá byrjan

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Í dag byrjaði landskappingin hjá kvinnum, har KÍ og HB møttust í Klaksvík.  Hesar uppgerðirnar vera tær einastu millum tvey lið, sum ikki hava havt samanlegging millum tvey feløg.

Og hóast KÍ ikki hevur sett nakran fastan venjara enn og loyvini hjá nýggja serbiska málverjanum ikki eru komin uppá pláss, so hevði liðið ongar trupulleikar við at vinna á HB. Til hendan dystin vardi Jóhanna í Króki málið hjá KÍ og hetta var samstundis hennara fyrsti dystur á besta kvinnuliðnum hjá KÍ, sum annars var mannað við nærum bara royndum leikarum. KÍ vann dystin 5-1 eftir hálvleiksstøðuna 5-1. Málini hjá KÍ skoraðu Rannvá B. Andreasen (2), Malena Josephsen (2) og Maria K. Thomsen, meðan Heidi Sevdal skoraði hjá HB.

KÍ hópurin er sterkur í ár, men tað verður roknað við, at kappingin frá serliga EBS/Skála verður hørð. EBS/Skála vann 5-0 í dag móti ÍF/Víkingi. 5 lið eru í bestu deildini og tað merkir, at eitt lið altíð hevur frí. Komandi umfar hevur KÍ frí. KÍ spælir ikki aftur í landskappingini fyrr enn 12. apríl, tá EBS/Skála tekur ímóti KÍ í einum dysti, sum helst fer at geva eina ábending um, hvar FM heitið endar í ár.

Harleywoodpaint