Fleiri persónar hava alment mett um dystin í Sarpugerði millum Víking og KÍ.
Fleiri persónar hava alment mett um dystin í Sarpugerði millum Víking og KÍ.
Í ymiskum miðlum hava fleiri persónar mett um dystin sunnudagin í Effodeildini millum Víking og KÍ. Niðanfyri hava vit pilkað nakrar av útsøgnunum burturúr.
– Eg trúgvi mest uppá, at tað sera samanspælda Víkinga liðið hálar ein tepran sigur í land móti einum nýggjum KÍ liði, sum søguliga sæð eisini altíð hevur tað trupult á útivølli móti grannunum. Tipping: 1 (2-1) (Brot úr Norðlýsinum fríggjadagin)
– Hagtølini siga okkum, at vit kunnu vænta ein tættan dyst. Í fjør bleiv tað 1-1 í Gøtu millum Víking og KÍ, og tað endaði annar dysturin í Gøtu eisini við í 2013. Víkingur er favorittur, men eg vænti, at KÍ hevur lært av mistøkunum, sum teir gjørdu móti HB. 1-1 er eitt gott boð. (Leivur Frederiksen á fsf.fo)
– Víkingur er eftir mínum tykki kanska tað besta liðið í Effodeildini. Søguliga hevur KÍ havt tað trupult móti Víkingi, síðani Víkingur bleiv stovnað. KÍ liðið er væl mannað og eg haldi, at teir hava eitt gott lið. Tað kann saktans enda við einum 1-1 javnleiki. Men alíkaval er tað eitt ella annað í bakhøvdinum hjá mær, ið sigur, at Víkingur allarhelst vinnur hendan dystin. (Jóannes Jakobsen í FSF varpinum)
– Eg vænti ein tættan dyst sum dystirnir millum hesi bæði liðini ofta eru. Byrjanin hjá Víkingi er betri enn í fjør. KÍ hevur styrkt seg nógv og partar av dystinum móti HB spældu teir væl, skaptu møguleikari og vóru óhepnir við ikki at skjóta okkurt mál, ið gav teimum stig. Men 3 stig á heimavølli móti KÍ vænti eg at vónirnar eru til í Eystur Kommunu og eg vænti eisini, at KÍ hevur vónir til liðið hjá sær í ár. So tað eru tvey lið við siðvenjum, ið møtast. Og tvey lið, sum hava vónir til sín sjálvan og leggja harvið ”internt” trýst á seg sjálvan og tað trúgvi eg, at bæði liðini trívast við. Eg tippi 2-2. (Jógvan Martin Olsen á Rás 2 fríggjadagin)
– KÍ hevur sum heild neyvan trupulleikar við einum javnleiki á einum so truplum plássi. Víkingur hevur myndað toppin í øgiliga nógv ár. KÍ er í einari fasu, har teir finna útav hvat teir gera, og hvønn veg teir venda. Víkingur hevur verið omaná allar tríggjar dystirnar higartil í ár. Teir spæla væl og hava eina nøkunlunda spæliskipan. Eg havi sett eitt 1-tal á, tí onkustaðni havi eg eina trúgv um, at Víkingur blívur ikki við at spæla javnleikir, tá teir blíva við at spæla so ríkiliga væl, sum teir spæla í løtuni. Eg tippi 1-0 til Víking. (Tróndur Arge á Rás 2 fríggjadagin)
– Eg trúgvi ikki at KÍ fær gjørt tað stóra moti Vikingi. Víkingar eru sterkarri og aggresivari, KÍ koyrir mest uppá langbóltar og deyd bóltar. Eg trúgvi ikki, at tann stílurin klárar at fella víkingar, teir eru nøkur prosent grammari eftir bóltinum enn KÍ. Tad verður ein tættur og harður dystur, har bædi eru svong eftur einum sigri. Men sorry KÍ, har fáa tit einki. Úrslit: 3-1 (Thomas Hans L. Rubeksen á tb.fo)
– Eg vænti at Víkingur fer at trýsta KÍ høgt uppi og harvið leggja støðið undir einum tryggum sigri. KÍ spælir beinleiðis álopsfótbólt men Víkingur hevur sterka verju, og teir megna at fyribyrgja øllum vandum á heimavølli móti klaksvíksingum. Úrslit: 2-0 (Mortan Enni á tb.fo)




