Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KBF mest vinnandi felag

Tíðindaskriv

Leygardagin 21.mars var stór kapping í FM-2015 í double og mix fyri ung í badmintonhøllini í Klaksvík

Tað gekk aftur í ár sera gott hjá okkara leikarum, og hava teir saman við venjarunum stórt rós uppiborið.

Okkara leikarar vunnu 30 heiðursmerkju av 72 møguligum, og gjørdist KBF tað nógv mest vinnandi felag. Á einum 2. plássi kom HBF sum vann sær 19 heiðursmerkju.   Nummar 3. gjørdist MBF við 13, og í hølunum á MBF kom ÍF við 8 heiðursmerkjum.  Á 5. plássi kom so VÍF við 2 heiðursmerkjum.

Kappingin gekk gott, men kappingin tók nakað longri tíð enn vænta. Hon skuldi enda uml. kl. gott 19.00, men endaði kl. 20.30.  Tað var nógv fólk í høllini allan dagin, so allur maturin gekk undan. Annars gekk kappingin gott, og vóru tað nógvir spennandi og javnir dystir.

Vit í leiðsluni takka enn einaferð fyri stóra hjálp til kappingina frá venjarum, foreldrum og annars øllum sum gjørdu tað møguligt at halda FM í Klaksvík.

KBF


Sí fleiri myndir á www.kbf.fo