Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur prestur innsetast í Norðurstreymoy

Tíðindaskriv frá Norðstreymoyar Prestagjaldi 21. mars 2015

Nú verður nýggjur prestur innsettur í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hetta hendirsunnudagin 22. mars í Kvívíkar kirkju, tá Maria Jørðdal Niclasen, ið seinastutvey árini hevur røkt prestaembætið á Viðareiði, verður innsett sum prestur íKvívík. 


Tá Theodor Eli Dam Olsen eftir seks ár sum prestur í Kvívík varð settur sumprestur í Hoyvík á sumri í fjør, var greitt, at Norðstreymar Prestagjald skuldihava nýggjan prest. Tríggir prestar røkja prestagjaldið, ið fevnir um áttakirkjur, sum liggja í Vestmanna, Kvívík, Kollafirði, Hósvík, Hvalvík, Saksun,Haldórsvík og Tjørnuvík.

Full semja var í kirkjuráðunum um at innstilla Mariu Jørðdal Niclasen sum prestí Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Av tilsamans 45 limum í teimumátta kirkjuráðunum, vóru 31 møttir, tá innstilling til nýggjan prest skuldigerast. Her varð einmalt samtykt at innstilla Mariu Jørðdal Niclasen tilembætið.

– Vit eru sera væl nøgd við valið og fingu tað, sum vit ynsktu og ætlaðu okkum,sigur Heini Holm, formaður í kirkjuráðnum í Kvívík.

Kvívík hevur traditión fyri at halda leingi upp á prestarnar. Seinastu fýraprestarnir hava verið Aksel Tórgarð, sum sat í 20 ár, Jákup Magnussen í 6 ár,áðrenn hann legði frá sær vegna aldur, Marjun Bæk í 22 ár, og nú seinastTheodor Eli Dam Olsen, sum røkti embætið í umleið 6 ár.

Maria Jørðdal Niclasen er fødd 12. desember 1980 og ættað av Eiði. Hon fluttitil Danmarkar í 2002 og byrjaði at lesa guðfrøði í 2005, har hon tók prógv sumcand.theol. í 2011. Maria flutti aftur til Føroya á sumri 2012 og fyri stívumtveimum árum síðan – tann 27. januar 2013 – varð hon prestvígd í Dómkirkjuni íi Havn. Fýra dagar seinni tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoyaeystara prestagjaldi við sæti á Viðareiði.

– Tíðin á Viðareiði hevur á mangan hátt verið rík, og eg eri sera glað ogtakksom fyri møguleikan at sleppa at byrja mína yrkisleið her norðuri, sigurMaria Jørðdal Niclasen.

Síðani starvið sum sóknarprestur í Norðstreymoy gjørdist leyst, hevur honhugsað, hvørt tað var rætt fyri hana at royna seg har, hóast hon trivist sera vælá Viðareiði.

– Tað skerst ikki burtur, at Norðstreymoy er størri partur av miðstaðarøkinumenn prestagjaldið Eystan Múla. Eisini er talan um eitt størri prestagjald, iðtískil hevur fleiri avbjóðingar og møguleikar. Her eru tríggir prestar, og taðber í sær góðar møguleikar fyri samstarvi, ið er til gleði og gagns fyri bæðiprestar og kirkjufólk. Økið er spennandi og kirkjuliga ríkt, sigur MariaJørðdal Niclasen og vísir á, at mong áhugaverd tiltøk hava sæð dagsins ljós síðstuárini. Hetta hevur virkað til, at tað í kirkjuni er høgt til loftið og vítt tilveggja, heldur hon.

Í góðum samstarvi við kirkjuráðini á staðnum og hinar báðar prestarnar gleðirnýggi presturin seg til at fylgja hesum leisti.

– Tá starvið varð lýst leyst, var hetta ein møguleiki, eg ikki kundi lata fara afturvið borðinum. Eg gleði meg at flyta til Kvívíkar, men tað er sjálvandi viðsorgblídni, at eg nú sigi farvæl við Eystan Múla, sigur nýggi presturin íKvívík.

Heini Holm, kirkjuráðsformaður, heldur, at Norðstreymoyar prestagjald er eittsera væl virkandi prestagjald.

– Vit hava nú tríggjar, nýggjar og nýmótans prestar her norðuri, samstarvið erav tí besta, og nógv spennandi er á skránni, sigur kirkjuráðsformaðurin.

Heini Holm vísir á, at prestagarðurin í Kvívík hevur tørv á grundleggjandi umvæling.

– Nýggi prestur okkara fer at búgva í prestagarðinum í tvey ár, tá ætlanin erat fara undir stóra umvælding av garðinum, sum er bygdur í 1848. Útsjóndinverður tann sama, men innrættingin verður broytt munandi, eins tørvur er á millumannað bjálving og útskifting av vindeygum, sigur Heini Holm.

Tað verður Uni Næs, dómpróvstur, ið fer at standa fyri innsetanini av nýggjaprestinum, sum verður í Kvivíkar kirkju klokkan 17 sunnudagin 22. mars, ið er BoðanardagurMariu. Eftir innsetanina bjóðar kirkjuráðið til almenna móttøku í Barnagarðinumí Kvívík.