– Hjartaliga takk fyri arbeiðið, tú gert. Vit í Norrøna Felagnum fegnast stórliga um, at tú gert títt til at gera vart við norðurlendska tónleikin í útvarpinum. Við sendingini Norðurljóð ert tú við til at økja um kunnleikan til norðurlendska mentan, og tú prógvar í hvørjari sending, at norðurlendskur tónleikur er annað enn Vikingarnar og ShuBiDua.
Soleiðis fullu orðini, tá Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur, í dag fekk handað Norrøna Herðaklappið frá Turid Christophersen, forkvinnu í Norrøna Felagnum í Føroyum.
Norrøna Felagið nýtti norðurlandadagin 23. mars til at handa Norrøna Herðaklappið á fyrsta sinni. Ætlanin hjá felagnum er at heiðra einum persóni, sum ger nakað serligt fyri at økja um kunnleikan til Norðurlond og skapa samband og vinarlag millum londini.
Heiðursgávan er ein ferðaseðil fyri tvey við nýggja NORÐUR-netverkinum hjá Atlantsflog, har møguligt er at flúgva til Reykjavíkar, Bergen og Edinburgh.




