Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalfundur verið í KT-felagnum

Tíðindaskriv – www.industry.fo

KT-felagið hevði aðalfund mikudagin í farnu viku. Fyri vali stóðu Fróði Magnussen, Kjartan Thomassen og Gudny Langgaard, og vórðu øll afturvald. Umframt tey, ið stóðu fyri vali, eru Júst í Túni Vang og Michael Thomsen eisini nývaldir í nevndina.

Í nevndini sita sostatt Ólavur Ellefsen, Gudny Langgaard, Fróði Magnussen, Kjartan Thomassen, Júst í Túni Vang og Michael Thomsen. 

9 fyritøkur eru í løtuni limir í KT-felagnum. Farna árið hevur KT-felagið virkað fyri at varpa ljós á føroyska KT-vinnu og førleikar. KT-felagið hevur sett sær fyri, at hava ein virknan leiklut í KT-umhvørvinum í Føroyum, til frama fyri vinnuna og samfelagið sum heild.