Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðskiparin givið avboð

FSF

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin í dag (mánadag) setir føroyska A-landsliðið við monnum kós ímóti Keypmannahavn, og næstu dagarnar fer hópurin at fyrireika seg á Farum Park til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia.

Leygarmorgunin verður síðani flogið víðari til Bukarest í Rumenia, og klokkan fimm seinnapartin sunnudagin (føroyska tíð) hittast Rumenia og Føroyar í EM-undankappingardysti á Ilie Aona Stadion í Ploiesti.

Men hesaferð verður tað uttan føroyska liðskiparan, Fróða Benjaminsen.

Tíðliga í hesum árinum byrjaði Fróði í nýggjum starvi, og arbeiðsviðurskiftini gera, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystin ímóti Rumenia komandi sunnudag.

– Hetta skal ikki skiljast sum eitt endaligt farvæl til landsliðið, men tíverri kann eg ikki verða við hesaferð, sigur Fróði Benjaminsen.

Í fyrstu atløgu hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari avgjørt, at eingin nýggjur spælari verður úttikin í staðin fyri Fróða Benjaminsen, ið higartil er skrásettur fyri 83 A-landsdystir fyri Føroyar.