Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ógreið útmelding frá Kringvarpstýrinum?

John William Joensen

Fyri løtu síðan sendi stýrið fyri KVF út eina ”generella fráboðan” har teir m.a. siga at tað er arbeiðsgevarin sum ábyrgdast fyri bøtur: … Sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini ábyrgjast Kringvarp Føroya beinleiðis fyri endurgjaldi og sakarmálskostnaði, sum starvsfólk eru dømd at rinda.

Fyri løtu síðan sendi stýrið fyri KVF út eina ”generella fráboðan” har teir m.a. siga at tað er arbeiðsgevarin sum ábyrgdast fyri bøtur: Sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini ábyrgjast Kringvarp Føroya beinleiðis fyri endurgjaldi og sakarmálskostnaði, sum starvsfólk eru dømd at rinda.

Men stýrið undirstrikar samstundis at:……. Tað er tó ein grundleggjandi treyt fyri, at Kringvarp Føroya endaliga ber omanfyri nevndu útreiðslur, at starvsfólk ikki hava framt eina gerð, sum tey vistu ella áttu at vita var skeiv. Í slíkum føri kann Kringvarp Føroya krevja, at starvsfólkið sjálvt ber møguligar útreiðslur, ið standast av slíkum sakarmáli…..

Dómurin í Føroyarætti er greiður á hesum økinum: ….Heroverfor står, den omstændighed, at sagsøger, Jørgen Niclasen, på linje med enhver anden borger, ikke skal leve med i massemedier at blive sigtet for væsentligt strafbare forhold, når sådanne beskyldninger – som tilfældet er i denne sag – er dækningsløse. Dette gælder i særdeleshed, når de personer, der har fremsat sigtelserne, fra begyndelsen af har været i besiddelse af op- lysninger fra politiet, der fastslog, at der ikke var muligt, at godtgøre noget strafbart forhold….

Staðfestir landsrætturin dómin hjá Føroyarætti er støðan sambært stýrinum at starvsfólkini skulu rinda ella ikki?

Vit hava roynt at fingið svar frá stýrinum, men víst verður bara til skrivið, sum tey siga er ein ”generel” útmelding sum einki beinleiðis hevur við tollmálið at gera.