Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TF Holding samtakið 141 mió. kr. í avlopi eftir skatt

John William Joensen

TF Holding hevði eitt gott ári í fjør, og útlitini fyri 2015 eru eisini góð. Ársúrslitið var 141 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt var úrslitið 174 mió. kr.

TF Holding hevði eitt gott ári í fjør, og útlitini fyri 2015 eru eisini góð. Ársúrslitið var 141 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt var úrslitið 174 mió. kr.

Eik Banki hevði 101 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2014. Tað eru 10 mió. kr. minni enn í 2013, eins og mett var í seinastu ársfrásøgn hjá bankanum. Úrslitið er gott, tá ið havt verður í huga, at kappingin millum peningastovnarnar er hørð bæði innan vinnulívið og á sethúsamarknaðinum.

Tryggingarfelagið Føroyar hevði 7 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2014. Saman við endurtryggingarvirkseminum var samlaða avlopið 13 mió. kr. og er hetta áleið 24 mió. kr. minni enn í 2013. Úrslitið verður tó mett at vera nøktandi, tá havt verður í huga, at príslækkingar í 2013 høvdu fullan virknað í 2014.

Betri pensjón hevði góðar 4 mió. kr. í yvirskoti eftir skatt í 2014. Tað eru 4 mió. kr. meira enn í 2013 og besta úrslitið nakrantíð.

Íløguparturin í samtakinum gav eitt avlop á umleið 23 mió. kr. Íløguvirksemið verður í størsta mun rikið í móðurfelagnum og dótturfeløgunum TF Íløgur og TF Ognir. Úrslitið er nøktandi og samsvarar við rakstrarætlanina fyri árið.

Búskaparframgongdin, sum sást byrja í seinnu helvt av 2014, væntast at fara at síggjast aftur í eini øking í virkseminum hjá samtakinum í 2015, men herda kappingin á láni- og tryggingarmarknaðinum væntast hinvegin eisini at ávirka raksturin hjá samtakinum.

”Avlopið er gott, serliga tá hædd verður tikin fyri kappingini innan banka- og tryggingarvirksemið, sum er harðnað nógv farna árið. Avbjóðingarnar eru fleiri, men sama um tíðirnar eru góðar ella ringar, skulu føroyingar altíð kenna tryggar sum kundi í TF Holding samtakinum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum.

Samtakið væntar, at ársúrslitið fyri 2015 verður eitt avlop millum 70-110 mió. kr. áðrenn skatt.

Í stuttum:
· Úrslitið fyri árið 2014 vísir eitt avlop á 141 mió. kr. eftir skatt
· Eginpeningur 2,8 mia. kr.
· Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 353 mió. kr.
· Solvensurin hjá samtakinum var 37,6 prosent