Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er KÍ aftur best umboðað á kvinnulandsliðnum

Jákup Ósá

Hópurin til EM undankappingina er úttikin.

Tá kvinnulandsliðið fyrr í vetur spældi venjingardystir móti U19 landsliðnum hjá Íslandi, so hevði KÍ bara ein leikara í hópinum. Tað hevði sínar orsøkir, sum kunnu lesast HER. Men nú er KÍ aftur væl umboðað á kvinnulandsliðnum. Saman við EB-Streymur/Skála hevur KÍ flestar leikarar í hópinum.

FSF.fo skrivar:

Í døgunum 4. til 9. apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum til kapping á Malta, har tær skulu spæla innleiðandi kapping í sambandi við EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Umframt Malta og Føroya, verða Georgia og Andorra eisini í kappingini, og vinnarin spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari úttikið hesar 18 leikararnar:

Hanna Poulsen, ÍF/Víkingur
Monika Biskopstø, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Durita Hummeland, EB-Streymur/Skála
Lív Arge, HB
Malena Josephsen, KÍ
Sigrid Petersen, ÍF/Víkingur
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Sigrun K. Kristiansen, EB-Streymur/Skála
Fríðrun Danielsen, EB-Streymur/Skála
Anna Sofía Sevdal, EB-Streymur/Skála
Heidi Sevdal, HB
Jónvá Hentze, HB
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN)
Olga Kristina Hansen, KÍ
Milja R. Simonsen, HB
Íðunn Magnussen, EB-Streymur/Skála
Rannvá B. Andreasen, KÍ

Leikskráin:

Dato Klokkan Dystur Leikstaður
04-04-2015 11:00 Georgia-Føroyar Victor Tedesco Stadion
06-04-2015 11:00 Føroyar-Andorra Victor Tedesco Stadion
09-04-2015 11:00 Malta-Føroyar Victor Tedesco Stadion

Les eisini: