Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leingi livi móðurmálið

Norðlýsið

Dagurin í dag er almennur móðurmálsdagur. Syndarliga fá eru fløggini, vundin í húnar hátt, og lítið ella einki hoyrist úr skattkistuni við hópin av málsligum dýrgripum í lovsongum ogsorgartónum um kæra móðurmál okkara. Rætt skal kortini vera rætt: Ivasami, ovurdýri, men enn obligatoriski mentanarberi okkara, KvF, borðreiðir við onkrum, ið nevnist “Føroyskur døgurðatónleikur”, har innihaldið m.a. er um endaleyst støv, eitt heiti sum onkur úr rúgvuni uttan iva vildi broytt til dust.

Dagurin í dag er almennur móðurmálsdagur. Syndarliga fá eru fløggini, vundin í húnar hátt, og lítið ella einki hoyrist úr skattkistuni við hópin av málsligum dýrgripum í lovsongum ogsorgartónum um kæra móðurmál okkara. Rætt skal kortini vera rætt: Ivasami, ovurdýri, men enn obligatoriski mentanarberi okkara, KvF, borðreiðir við onkrum, ið nevnist “Føroyskur døgurðatónleikur”, har innihaldið m.a. er um endaleyst støv, eitt heiti sum onkur úr rúgvuni uttan iva vildi broytt til dust.

Útvarpið (KVF) hevði eina ótrúliga ávirkan á fólkið. Ikki minst tíðindasendingarnar. Vit ótu døgurða á middegi, og gud náði hann, ið lat munnin upp ímeðan tíðindini vórðu lisin.Seinnu árini hevur Kringvarpið og føroysku miðlarnir mist meira og meira til altjóða stórfyritøkur sum venda sær beinleiðis til børn, ung og vaksin umvegis alnótina. Dialektirnar sum KVF nærum megnaði at útrudda eru í dag skift út við eitt føroyskt – amerikansk-sms mál sum einki hevur við Føroyar at gera.

Helst er orsøkin til líkasæluna, at flestu føroyingar meta, at móðurmálið hevur tað gott, liggur í tryggari legu og framhaldandi fer at liva sítt fríska lív, meðan sonevndu ekstremu mentanarligu fínarimpurnar helst halda, “Einki gerst við kortini”. Roynt hevur verið at trýsta, brongla og skumpa inn á íslendska sporið, ið summi halda vera tað forna og rættara, í so langa tíð,at teir ekstremu, eins og Prædikarin á sinni, nú halda alt vera ta beru fáfongd.

Tað verður ofta sagt um okkum føroyingar, at okkum dámar væl at vera ósamdir, og at vit bert kunnu semjast um at vera ósamdir. Hetta kann næstan ásannast, tá málsligir spurningar stinga seg upp. Tingmenn eru mangan ósamdir, tá slík mál eru til viðgerðar, og ofta sita borgararnir í skellilátri, tá alt tingið fer upp at gogga og trætast, meðan øðin spinnur í flokkin av onkrum smáputli.

Eitt nýtt skúlaatlas var kortini eitt álvarsmál, ið bæði politikarar og vanliga fólkið høvdu stóran áhuga fyri. Tað mundi klovið tjóðina – einamest av málsligum ávum. Spurningurin um nýtt føroyskt alfabet ella bókstavarað varð viðgjørdur um sama mundið, og tað bøtti, sum vera man,ikki um goragangin á tingi, bløðum og í socialu miðlunum.

Spurningurin kann enn fáa sinnini upp á kók, tí broytingar fara nú so smátt at síggjast, ikki bert í umrødda skúlaatlasi, men eisini í bókum, bløðum og orðabókaútgávum, har eitt nú vanliga latínska stavrað okkara er amputerað, ella hevur verið undir avtøku, tí vit eitt nú ikki longur eiga at brúka bókstavir sum c,z,x, w og qí føroyska málinum.

Tað undarliga er, at stavirnar, sum skilst, framvegis kunnu brúkast í fólkanøvnum og í undirvísing í ávísum lærugreinum, har tað er neyðugt, eitt nú í matematik, fysikk, kemi, botanik og zoologi ella støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, plantufrøði og lívfrøði. Jú, “Mangt broytist á mansins ævi,” segði Tróndur gamli á sinni.

Í komandi mánaði verður Norðlýsið 100 ár. Í byrjanini kom blaðið út á donskum, meðan bíðað varð eftir føroyska alfabetinum. Síðani eitt stutt skifti bæði á føroyskum og donskum. Síðani á føroyskum við latínska alfabetinum, og enn siga vit :“Leingi livi móðurmálið”