Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður dagur hjá stóru útróðrarbátunum

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani, komu Norðsøki og Líðhamar aftur av útiróðri. Teir hava gjørt ein fínan túr í nátt, umleið 8.000 pund hvør, og hartil stórur og góður toskur. Norðsøki segði seg hava um 1000 pund av hýsu og um 7.000 pund av toski.

Frá smáu bátunum, ið hava verið við snellu norðanfyri frættist eisini um brúkiligan fiskiskap. Bátarnir hava ligið úr 1000 pundum og upp í 2800 pund.