Myndarøð: Mjølnir tapti eisini seinnu hálvfinaluna móti Fleyr, sum sostatt møtir ÍF í FM finaluni.
Fleyr vann fyrra dystin á heimavølli 3-0, men klaksvíkingar mettu at teir kundu hava ein møguleika á heimavølli í kvøld. Men so var ikki, tí Fleyr vann eisini hendan dystin 3-0. Sett úrslitini vóru: 23-25, 18-25, 16-25. Sostatt skal Fleyr møta ÍF í FM finaluni hjá monnum.




