Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit betra støðugt um karmarnar !

Signhild V. Johannesen

Tá ið ein meiriluti, har minnilutin var meirilutin, samtykti at keypa ítróttarhallirnar í 2012/13, vóru vit vitandi um, at hallirnar stóðu fyri ábótum. Onkrar átrokandi ábøtir, og aðrar sum vit kundu raðfesta sum langtíðar íløgur, yvir tey komandi árini.

Tá ið ein meiriluti, har minnilutin var meirilutin, samtykti at keypa ítróttarhallirnar í 2012/13, vóru vit vitandi um, at hallirnar stóðu fyri ábótum. Onkrar átrokandi ábøtir, og aðrar sum vit kundu raðfesta sum langtíðar íløgur, yvir tey komandi árini.

Skotið varð eftir okkum, sum vildu hava kommununa at eiga og reka hallirnar, at tað fór at verða ein kavabóltur, sum fór á rull og ikki fór at steðgað aftur, at neyðugt fór at verða, at nýta fleiri milliónir uppá hallirnar í næstu framtíð.

JA !..tað visti og tað veit eg eisini, og tað vil eg fegin verða við til, at bøta um karmarnar hjá okkara borgarum.

Badmintonhøllin er bygd í 2006, tí eisini rímuliga nýggj, men eisini har vóru umstøðir, sum í onkrum førum gjørdu at dystir máttu avlýsast. Tekjan, sum hevur likið illa seinastu árini, varð skift seinasta ár og er høllin nú í nøkulunda góðum standi.

Kí-høllin sum er frá 1968 hevur sæð sínar bestu dagar og eigur tí at verða uppraðfest. Byrja er í kjallaran, har sum effo deildin heldur til, skáp til spælarnar, ventilatión og málað er nakað av tí sum er gjørt.

Tvær flugur við eitt smekk. Skúlabyggingin hevur koyrt undir umvælingina við KÍ-høllina, við tað at plásstrot kemur at verða, nú nýggjur skúli skal byggjast á økinum har verðandi skúli er, varð avgjørt at umvæla suðurendan á KÍ-høllini beinanvegin, fyri síðani at brúka hann til tríggjar skúlaflokkar. Takið á kí-høllini er í sera ringum standi, av tí at avsetingin til hesa umvæling ikki røkkur til at skifta og isolera tekjuna, hava vit valt at bíða til veðrið verður betri og at viðgera tað sum eitt seperat mál. Vit kundu valt at tett ella skift ein part út, men haldi vit eiga at gera tekina endaliga lidna, í vónini um, at vit ikki verða noydd at koma afturum aftur. Eftir er so lofti, har KÍ heldur til, tað krevur eisini smávegis innanveggja ábøtur og eigur at verða gjørt, so skjótt vit hava fíggjing til tað.

Vit kunnu fegnast um at karmar og umstøður hjá okkara framtíð, børnunum og teimum ungu, eru til staðar. Øll vita vit, at tað er ein góður og sunnur lívstílur at íðka, kappast og hoyra til í einum felagsskapi. Vit fegnast tá ið tað gongur okkara væl, tí eiga vit at røkja alt tað, sum kann verða við til at skapa trivna og menning í okkara kommunu.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.