Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar 13.000 pund

Jákup Ósá

Allir útróðrarbátarnir hava verið ella eru úti í dag.

Annan dagin á rað hevur Líðhamar fingið nógvan fisk.

Líðhamar stendur til at avreiða kl. 13.00 seinnapartin. Hann hevur mett veiðina til áleið 11.500 pund, har næstan alt er toskur. Í gjár hevði Líðhamar áleið tað sama, so tveir dagar á rað hevur ligið sera væl fyri, og tað hendur ikki ofta nú á døgum hjá útróðrarbátunum. 

Dagført kl. 14.30: Líðhamar avreiddi seinnapartin og væl var av fiski á seinastu stampunum, tí hann metti veiðina til 13.000 pund, tá hann kom at bryggju.

Nørðsøki og Bragd, sum báðir avreiða seinnapartin, lata eisini væl at fiskiskapinum. Teir hava báðir mett veiðuna til áleið 8.500 pund. Kallanes avreiðir kl. 10 og hevur 4.500 pund.

Yvirlit yvir nøgdirnar hjá útróðrarbátunum sambært FMF:

Kallanes: 4.500 pund

Brandur: 4.000 pund

Líðhamar: 13.000 pund

Bragd: 8.500 pund

Norðsøki: 8.500 pund