Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðið at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík seinkað av vánaligum veðrið

John William Joensen

Í sambandi við at útbúgvingartilboðið ísv matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, nú Tekniski skúli verður út- og umbygdur fyri at rúma hesum báðum útbúgvingartilboðum. Verkætlanin fevnir um víðkan og tillaging av Tekniska Skúla í Klaksvík fyri at útvega nøktandi hølisviðurskifti til Hægri Fyrireikingarskeið ‘HF’ og Matvøruútbúgving ‘MVÚ’ umframt dagføring av umstøðum til samlaða virksemi á skúlannum.

Í sambandi við at útbúgvingartilboðið ísv matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, nú Tekniski skúli verður út- og umbygdur fyri at rúma hesum báðum útbúgvingartilboðum. Verkætlanin fevnir um víðkan og tillaging av Tekniska Skúla í Klaksvík fyri at útvega nøktandi hølisviðurskifti til Hægri Fyrireikingarskeið ‘HF’ og Matvøruútbúgving ‘MVÚ’ umframt dagføring av umstøðum til samlaða virksemi á skúlannum, skrivar Landsverk.

Arbeiði seinkað

Løgtingið hevur játtað 36 mió. kr. til verkætlanina og stjórin á Landsverk, Evald Kjølbro, sigur at arbeiði hevur gingið væl, men vánaliga veðrið í vetur hevur ávirka byggingina.

– Eftir ætlan skuldi bygningurin handast til skúlabyrjan í heyst, og sum støðan er nú verða øll undirvísingarhølir o.l. liðugt til tíðina, men arbeiðið at gera millumbygning o.a. er seinkað av  vánaliga veðrinum í vetur.

– Tí er avgjørt at bíðja við at avhenda bygningin til oktober tá alt er klárt at taka í brúk.

———–

Byggiánari: Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Arkitektar 99

Undirráðgevarar hjá høvuðsráðgeva: HMP Consult, PB-Consult og KJ-Elráð

Arbeiðstakarar: Kanjon, Malltek, Jan Ellebye Andersen, Blikksmiðjan, El-In og Magni Jacobsen