Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norður endin á KÍ-høllini bygdur av nýggjum

John William Joensen

Jógvan Skorheim, borgarstjóri sigur at býráði hevur játta at brúka 3,5 mió. kr. uppá umbygging av norður endanum av KÍ høllini umframt tvær mió. kr. til at skifta tekjuna. Endamálið við umvælingini er, at gera umstøðurnar hjá KÍ og at skipað fyri størri ítróttartiltøkum í hallunum munandi betur enn tær eru í dag. Tó verða hølini har Íðka helt til, í fyrstu atløgu nýtt til nútímans flokshølir.

Býráðið hevur samtykt at brúka tilsamans 3,5 mió. kr. uppá norður endan av KÍ høllini og sambært borgarstjóranum verða umstøðurnar at hava tiltøk, messur og annað í ítróttarhallunum nú munandi betur og harafturat fær KÍ munandi betri umstøður.

– Miðhæddin í norðara enda av KÍ-høllini har Íðka helt til verða gjørd av nýggjum soleiðis at talan verður um fleiri rúm, sum skulu brúkast til skúlastovur meðan arbeitt verður at byggja nýggjan skúla. Men talan verður um sera væl gjørd og prýðilig hølir við veggjum sum lættliga kunnu flytast tá brúk er fyri at nýta hølini í samband við messur, ítróttarkappingar í høllini og á vøllinum. Harafturat verða øll vindeyguni í norðasta endanum skift út við stór vindeygu og ein balkong bygd frammanfyri høllina – ájavnt við miðhæddina og Bøgøtu. Harafturat verða øll wc-ini gjørd av nýggjum og somuleiðis verða hølini hjá KÍ á loftinum gjørd í stand og nýggj og stór vindeygu ísett.
– Allur endin á KÍ høllini sum vendir móti vøllinum verður klæddur av nýggjum, so høllin fær eitt hart tiltrongt lyft, við nýggjum taki og munandi betri hølisviðurskiftum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.