Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

GRUNNUR MENTANARTILTØK 2015

Tíðindaskriv

So er aftur tíð at finna fram pennin at skriva eina umsókn, um tú hevur okkurt áhugavert hugskot til tiltak at fremja innan mentanarøkið í ár í Klaksvíkar kommunu.

So er aftur tíð at finna fram pennin at skriva eina umsókn, um tú hevur okkurt áhugavert hugskot til tiltak at fremja innan mentanarøkið í ár í Klaksvíkar kommunu.

Lýsing við oyðiblaði er nú at finna á heimasíðu kommununnar, við treytum og tíðarfreist, um nær søkjast kann.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi á middegi, mikudagin 15. apríl 2015. Umsóknirnar verða viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini 20. apríl 2015.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, følbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l; sum stuðul verður latin til, skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2015.

Fæið er kr. 210.000,- og í fjør fingu 20 áhugaverdar verkætlanir stuðul frá grunninum. Meira kunning og oyðiblað fæst á www.klaksvik.fo