Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt met frá byrjan

Danial Viðoy

Kettlebell DM-Cup: Sonni Eliasen setti føroyskt met í síni fyrstu kapping. Í tyngdarflokkinum undir 68-73 lyfti hann tvær kúlur, sum viga 24 kilo, upp í loft 81 ferðir. Hann tók so statt sítt egna met.

Eyðun Mortensen, sum er í tyngdarflokkinum frá 73-78 lyfti somu vekt 55 ferðir.

Beint aftaná hesar vórðu tað nakrar av teimum yngru, ið áttu tørn. Ella Jógvansdóttir (tf: 60/70) lyfti eina kúlu á 16 kilo ikki minni enn 111 ferðir.

Katarina Viðoy Simonsen (50/60) lyfti somu vekt 62 ferðir.

Marjun Sólstein lyfti gjørdi eisini eitt ordans tak og lyfti kúluna 97 ferðir upp um høvd.

Enn er ógreitt, hvussu er við medaljuplássum. Tað er neyvan fyrr enn kappingin er um at enda, at greiða fæst á hesum. Tí tað eru so nógvir ymsir tyngdarflokkar, tað verður kappast í.