Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bedingin umvælast

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í dag stóð stóri kranin hjá Mekanik á kaiendanum niðanfyri Klaksvíkar Sleipistøð og lyfti stórar forskallingar út í sjógvin, har kavarar hjá GreenMarine tóku ímóti.

Í mai í fjør vóru ætlanir um at umvæla skinnararnar. Men samstundis tók ein russiskur bátur í skinnararnar og gjørdi størri skaða á breytina eftir botninum. Í løtuni verður miðásin gjørd. Seinni verða so hinir lunnarnir ella skinnararnir umvældir.

Gongst sum ætlað, verður bedingin tikin í nýtslu aftur í mai komandi. So tá hevur bedingin hjá Klaksvíkar Sleipistøð ikki verið í nýtslu í eitt ár, tó at nógv hevur verið at gera við umvælingum av skipum av ymiskum slag. Hetta arbeiðið hevur so fyri tað mesta verið avgreitt um bryggjukantin.

Eini 40 – 50 mans hava í rúma tíð havt nógv at gera á Klaksvíkar Sleipistøð, sum í næstum byggir sær nýggja høll, eftir eldsbrunan herfyri, sum var í gamla goymslubygninginum frá 1927.