Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Sigurd Barrett

Hannefíða Joensen

Sigurd Barrett hevur konsert í Ósáskulanum Mánakvøldið 13. Apríl kl. 19:30

SigurdBarrett hevur konsert í Ósáskulanum Mánakvøldið 13. Apríl kl. 19:30

Kendidanski skemtarin, komponisturin og rithøvundin Sigurd Barret verður í Føroyum ídøgunum 10 – 15. Apríl, har hann luttekur á Barnakonsertunum sum FøroyaSymfoniorkestur skipar fyri á hvørjum vári. Hann verður eisini at síggja átveimum solo konsertum sum Konsertfelagið skipar fyri. Tann fyrsta  av teimum í Læraraskúlahøllini sunnukvøldið12. Apríl kl. 19:30, tann seinna í Klasvík í Ósáskúlanum mánakvøldið 13. Apríl kl.19:30.

TónleikurinSigurd Barrett bjóðar fram er sera fjølbroyttur, og spennir frá jazzi ogklassiskum musikki til meira populerar genrur. Á eini solokonsert , sum neyvanhevur fasta skrá, blandar hann skemt og tónleik á ein sera spontanan hátt, ogum so skuldi verið, fer hann, sum ein annar Victor Borge, at improvisera yvirløg, sum áhoyrarar skjóta upp.

Fyri ístuttum at tríva í hansara sera víðfevnandi virksemi, skullu sendirøðirnarSigurds Bjørnetime og Hit Med Sangen í DR 1 nevnast.