Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bagge skal venja KÍ kvinnurnar

Norðlýsið

Higartil í ár hevur eingin venjari torað at átikið sær uppgávuna at venja KÍ kvinnurnar. Men nú er ein loysn funnin.

Higartil í ár hevur eingin venjari torað at átikið sær uppgávuna at venja KÍ kvinnurnar. Men nú er ein loysn funnin. Tað verður FM venjarin hjá B36 monnunum í fjør, Sámal Erik Hentze ella Bagge sum hann verður nevndur, sum skal venja KÍ kvinnurnar frá nú av.

Bagge takkaði annars fyri seg í B36 í fjør eftir at liðið vann FM heitið í stórum stíli og hevur ikki vant nakað lið í ár. Men nú gera umstøðurnar, at hann aftur fær vant eitt lið og uppgávan í KÍ ljóðaði ov spennandi til ikki at taka av.

– Eg havi havt frí frá fótbólti í alt ár og samstundis ger arbeiði, at tað nú liggur fyri at taka eitt venjarastarv. KÍ spurdi, um eg var áhugaður í at taka venjarastarvið hjá KÍ kvinnunum, sum hava sett heimsmet, og beinanvegin var hetta nakað, sum tiltalaði meg. Hetta er eitt serstakt lið, sum er kent um allan heimin og málið er púra greitt. Vit skulu vinna 16. meistaraheitið á rað og tað fara vit eftir samstundis sum vit helst eisini skulu víðari í Champions League í summar. Man kann ikki sleppa at venja eitt meira sigursvant lið í Europa, so tað verður ein heiður at seta hetta venjarastarvið á mítt CV”, sigur Bagge, nýggjur KÍ venjari, við Norðlýsið í dag.

Fyrsta venjingin hjá Bagga við KÍ kvinnunum verður í kvøld kl. 19.00 við Djúpumýru í Klaksvík.

Dagført 2.apríl kl. 00.19: Tað vísti seg, at einki hald var í søguni um, at Sámal Erik Hentze bleiv nýggjur venjari hjá KÍ kvinnunum, tí avtalan kom uppá pláss 1. apríl.