Tá Bláa Bylgjan valdi dagsins leikara eftir dystin móti B36 var ein greiður vinnari.
Mayowa Alli byrjaði dystin á vinstra bakki, men bleiv fluttur inn í miðverjuna, tá Heðin á Lakjuni kom inn í 65. minutti. Fyrsta tíman legði Mayowa nógv long innkøst í B36 brotssteigin, men sum oftast manglaði tað seinasta í nærdystunum hjá KÍ í hesum støðunum og tí kom eingin stórur mál møguleiki burturúr. Serliga í miðverjuni høvdu Mayowa og Ndende sera gott tak á B36 álopsleikarunum seinasta hálva tíman. Tað vóru teir tríggir útlendingarnir á KÍ liðnum, sum fingu øll stigini frá Bláu Bylgjuni í gjár. Ndende A. Guéye fekk 2 stig og Kenan Hajdarevic fekk 1 stig.
Bláa Bylgjan skrivar á sínari facebook síðu:
3 stig: Mayowa Alli
2 stig: Ndende A. Guéye
1 stig: Kenan Hajdarevic




