Tað er sama lið sum skorar flest mál uppá deyðbóltar og letur fæst mál inn uppá deyðbóltsstøður.
B36 er liðið, sum fyrstu 5 umførini hevur dugað best at gagnnýtt deyðbóltsstøður og samstundis er B36 einasta liðið, sum enn einki mál hevur latið inn uppá deyðbóltsstøður. EB/Streymur er liðið, sum kemur ringast frá deyðbóltunum. Einaferð hevur EB/Streymur skorað eftir deyðbóltsstøðu, meðan tað eru fimm mál farin ígjøgnum umvegis deyðbóltar hjá sundalagsmonnum. KÍ liggur í miðjuni á báðum talvunum. KÍ hevur skorað tvær ferðir eftir deyðbóltsstøður, meðan tað somuleiðis eru tvey mál farin inn uppá deyðbóltsstøður hjá KÍ. Báðar ferðir hevur talan verið um brotsspark og KÍ er einasta liðið í Effodeildini, sum hevur fingið tvey brotsspørk dømd ímóti sær.
Skorað uppá deyðbóltsstøður:
5: B36
3: HB, NSÍ og ÍF
2: KÍ, TB og FC Suðuroy
1: Víkingur, AB og EB/Streymur
Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður:
5: EB/Streymur
4: NSÍ og FC Suðuroy
3: TB
2: KÍ og AB
1: HB, Víkingur og ÍF
0: B36




