Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg setti ikki á stongdari leið

Jákup Ósá

Skiparin á Bragd sigur, at hann fer í rættin við málinum um, at hann skal hava fiskað á stongdari leið norðanfyri í gjár.

Skiparin á Bragd sigur, at hann fer í rættin við málinum um, at hann skal hava fiskað á stongdari leið norðanfyri í gjár.

Fyrr í dag skrivaðu vit umvegis KVF, at útróðrarbáturin Bragd var tikin í gjár av Brimli fyri at hava roynt á stongdari leið norðanfyri. Skiparin kundi vænta sær sektaruppskot í dag.

Setti uttanfyri

Oddmar Niclasen er skipari á Bragd og hann sigur, at málið er ikki so einfalt. Tí hann setti ikki á stongdari leið í gjár, men streymviðurskiftini ávirkaðu.

– Vit settu uttanfyri stongda kassan. 0,1 fjórðing uttanfyri og tað vísa tólini svart uppá hvítt. Tað havi eg prógv fyri. Tað sum síðani hendur er, at tað rekur so mikið hart, at nakrir fáir stampar enda í stongda kassanum. Men hesi streym viðurskiftini eri eg ikki harri yvir. Tí góðtaki eg ikki sektaruppskotið og málið endar tí í rættinum, sigur Oddmar Niclasen við Norðlýsið.

Oddmar sigur, at Bragd hevði 4500 pund á 60 stampum í gjár.