Rannvá B. Andreasen skoraði flest mál, tá kvinnulandsliðið vann stórt á Andorra í morgun.
Í 18. minutti fekk málverjin hjá Andorra reytt kort og eftir hetta bleiv stórur munur á liðunum. Endaliga støðan gjørdist 8-0 til Føroyar. Málskjúttarnir vóru: Rannvá B. Andreasen (4), Heidi Sevdal (2), Fríðrún Danielsen og Lív Arge.
Seinasti dysturin hjá Føroyum verður ímóti vertunum Malta.




