Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunn aftur aftaná páskir?

Ragnhild Ellingsgaard

Fingu páskareggini hjá børnunum ikki ordiliga frið fyri tær? Ella fylti tú dekan ov nógv á tallerkin, tá leskiligu páskamáltíðirnar komu á borðið?

Fingu páskareggini hjá børnunum ikki ordiliga frið fyri tær? Ella fylti tú dekan ov nógv á tallerkin, tá leskiligu páskamáltíðirnar komu á borðið?

Tað bilar slett einki. Tí her ført tú nøkur góð ráð, soleiðis at tú skjótt og lætt finnur aftur til teir góðu vanarnar, sum tú hevði áðrenn frídagarnir komu og órógvaðu alt. Og hevði tú ikki hesar góðu vanar áðrenn páskirnar, so kanst tú byrja beint nú. 

Tað er púra vanligt, at vit taka okkum av løttum, tá vit hava frí. Eisini viðvíkjandi teim sunnu vanunum. Eitt sindur eyka kemur á døgurðatallerkin, ein skál av søtmeti kemur á borðið um kvøldið og helst hevur onkur sodavatnin eisini funnið sær vegin inn í kuldaskápið. 

Tað umráðandi er tó at koma í gongd aftur, áðrenn alt hetta ósunna eisini gerst ein vani. Tú skalt finna aftur til góðu tankagongdina, soleiðis at sunnu vanarnir í gerandisdegnum troka burtur alt tað ósunna. 

Her eru sjey góð, sum hjálpa tær í gongd aftur:

  1. Ikki sláa teg sjálva í høvdið, um tú tókst tær av løttum í páskadøgunum. Tað er púra vanligt, at vit sleppa tamarhaldinum eitt sindur, tá vit hava frí – men tað er umráðandi, at tú kemur í gongd aftur. Eitt gott amboð til at finna aftur til sunnu vanarnir er rørsla. Rørsla virkar fremjandi fyri góðu kostvanunum og kann hava ein avgerandi týdning fyri at halda fast í teimum. 
  2. Frítíðin er liðug og tú ert aftur í teim vanligu mannagongdunum. Hugsa um teir farnu frídagarnir og verð tilvitað um, hvar tað gekk galið. Fekst tú tær á tallerkin bæði tvær og tríggjar ferðir? Var tað serliga tað søta, sum lokkaði? Ella gloymdi tú heilt at røra teg? Tað er lættari at halda fokus á rætta staðnum eina aðru ferð, um tú veitst, hvar freistingin liggur. 
  3. Tað kann taka stutta tíð at venja seg við ósunnar vanar, men langa tíð at koma aftur til tað sunna. Hav tí eitt eyka fokus á tí grøna. Minst til grova grønmeti, sum mettar væl uttan at geva tær serliga nógvar kaloriur. 
  4. Tak ein dag, har tú bara etur grønmeti. Grønmetissuppu, rákost og kanska eitt sindur av stoktum grønmeti við eitt sindur av soya og hvítleyki. Hetta reinsar kroppin og gevur nakað gott at arbeiða við. 
  5. Skriva niður, hvat tú etur í nakrar dagar. Hetta ger, at tú veitst akkurát, hvat kemur í munnin. Ikki snýta teg sjálva. Nýggju páskavanarnir skulu burtur og eitt gott amboð til hetta er at skriva alt niður. Á hendan hátt er lættari at leggja til merkis, um onkrir av ósunnu páskavanunum hava sníkt seg við inn í gerandisdegin. 
  6. Syrg fyri at eta til allar máltíðirnar, so tú ikki verður svong í úrtíð. Hava stóru og rúgvusmiklu páskamáltíðirnar fingið teg at slaka eitt sindur við millummáltíðunum, so mást tú venja teg aftur við at eta allar millummáltíðirnar. Hetta ger, at blóðsukrið verður støðugt allan dagin. Ven magan við at eta eitt lítið sindur fleiri ferðir heldur enn ordiiga nógv fáar ferðir. 
  7. Legg til rættist eitt sindur av eyka rørslu, so tú skjótt fært kensluna av at orka væl aftur. Rør teg og fá pulsin upp fleiri ferðir um vikuna.








Kelda: www.detsundeliv.dk