Kemur Heðin á vøllin sunnudag er hann leikarin við flestu dystum samanlagt í føroyskum fótbólti.
Heðin á Lakjuni hevur spælt 407 dystir í landskappingini í bestu deildini og tað er tað sama sum Egil á Bø. Tískil kann Heðin á Lakjuni skriva søgu, um hann kemur á vøllin sunnudagin, tá KÍ spælir í Fuglafirði. Samstundis manglar Heðin bara eitt mál í at koma í 100 mál ”klubban” í føroyskum fótbólti.




