Søkt verður við hesum eftir einum maskinfólki/handverkara til IRF at byrja 1. mai 2015 ella skjótast til ber.
Arbeiðið fevnir um:
1. Viðlíkahaldsarbeiði
2. Vaktararbeiði
3. Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving, so sum maskinmeistari, elektrikari ella maskinsmiður og hevur góðan teldukunnleika. Neyðugt er, at tann ið settur verður í starv, er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast til IRF, Víkarvegur 107, FO-520 Leirvík, ella til teldupost irf@irf.fo, og skulu vera okkum í hendi innan fríggjadagin 24. apríl 2015.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 414243 ella 234214.
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík




