Mikukvøldið 15. apríl kl. 19.30, fer Jákup Reinert Hansen, lektari, at halda fyrilestur í Hoyvíkar kirkju um evnið “Nú orki eg einans at røra mín penn – Mikkjal á Ryggi í Hoydølum”. 11 tey seinastu árini, hann livdi – frá 1945 til 1956 – var Mikkjal á Ryggi á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Framvegis var hann tó sera virkin, og hesari tíðini í lívi Mikkjals fer Jákup Reinert Hansen at greiða frá.
Harafturat verða sungnir nakrir sálmar hjá meginskaldinum Mikkjali frá tíðarskeiðnum, hann búleikaðist á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Fyrilesturin og sálmasangurin verða uppi í kirkjuskipinum, og aftaná verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at seta spurningar.
-Vit fara at hoyra um nøkur av teimum mentanarligu avrikum, Mikkjal framdi undir hesum serligu umstøðum, sigur Jákup Reinert Hansen, sum hevur stóra vitan um skaldið. Saman við Heina F. Petersen, hevur Jákup givið út “Mikkjalsbók”.




