Klaksvíkar sjúkrahús hevur altíð verið eitt vælvirkandi sjúkrahús. Eyðkenni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er, at tað altíð hevur verið eitt slóðbrótandi sjúkrahús. Í flestu førum er hetta blivið kopierað av øðrum sjúkrahúsi og tikið frá Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Um vit hyggja aftureftir, so síggja vit, hvussu okkara læknar her norðuri hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Eisini hava vit havt dugnaligar útlendskar læknar innan ymiskar greinar. Sjúklingurin hevur altíð verið í fokus. Hetta hava vit sæð aftur í sjúklinganøgdsemiskanning, sum var í Topp.
Tíðirnar broytast
Tíðir broytast og Klaksvíkar Sjúkrahús skal fylgja við. KS skal framhaldandi vera eitt vælvirkandi sjúkrahús við møguleikum og avbjóðingum. Mótburðurin og ágangurin hevur verið og er harður. Alt bleiv ikki soleiðis, sum vit vónaðu og trúðu uppá. Vit vera tó noydd at reisa okkum, sum fuglurin Føniks, og royna nýggjar møguleikar og nýggjar leiðir. Møguleikar, sum eru avbjóðandi fyri læknar, sjúkrasystrar og annað starvsfólk. Vit mugu royna at finna nýggjar hurðar, og avgerandi er, at vit velja ta røttu.
Vit eiga framhaldandi at gera avtalur við norðurlendsk universitetssjúkrahús. Her kann talan blíva um eina røð av heilsutænastum, bæði innan medisin og skurðviðgerðir. Avtalur við ávís universtitetsjúkrahús, hava eisini tann fyrimunin við sær, at somu læknarnir, kirurgarnir osv. koma aftur.
Telemedisin
Telemedisin saman við konsulentum er framtíðin. Hetta verður nógv brúkt aðrastaðni, og her eiga vit eisini at fylgja við. Serlækni innan ávísa læknagrein kemur hendavegin at arbeiða í nakrar vikur um árið. Hetta saman við vælútbúnum starvsfólki, sum assistera via telemedisin er ein nærliggjandi møguleiki.
Framtíðin er framvegis planlagdar skurðviðgerðir. Tað skal framvegis vera ein almenkirurgur og ein ortopædkirurgur fast á KS. Somuleiðis skal haldast áfram við at gera knæ- og mjadnaskurðviðgerðir og kikarakanningar av maga og tarmi. Vaktarskipan skal framvegis vera á KS, um okkurt óvæntað skuldi hent.
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi starvast dugnalig starvsfólk. Serlæknar aðrastaðni frá hava verið frammi og róst hesum fyri dygdargott arbeiði. Við dugnaligum starvsfólkum saman við telemedisini – sum er framtíðin – eru vit sera væl fyri.
Heilsudepil
Tað er eitt “must” at vit skjótast møguligt fáa ein heilsudepil í Norðoyggjum. Vit hava starvfólkini, so her eru vit eisini sera væl fyri. Starvsfólk eru í økinum við sergrein innan krabba, kol, diabetes og heilsuráðgeving. Saman við okkara kommunulæknum kundi hetta skjótt blivið ein sólskinssøga.
Heilsudepilin kundi verið á KS, har kommunulæknarnir høvdu vaktina. Her vórðu teir í einum umhvørvi, har teir kundu sparra, og høvdu alla tað hjálp teir høvdu brúk fyri við hondina.
1870 á KS
Sum tíðin hevur víst, so virkar 1870 ikki nóg væl. Vit hava bæði lisið og hoyrt um ónøgdsemi. Hvussu ótolandi tað er í ringum veðri , at fara heilt suður á LS, við smábørnum, gomlum, sjúkum og veikum á náttartíð fyri at blíva kannaði av lækna. Í nógvum førum verður koyrt framvið KS, fyri at halda fram suður á LS at blíva kannaður. Ein koyritúrur, sum kundi tikið 15 min gerst lættliga til 1 t og 15 min.
Onki er meir natúrligt enn, at ein læknavakt sat á KS, so norðoyingar og eysturoyingar høvdu styttri veg til lækna.
Samstarv er lykilin fram og 1870 og KS (skaðastovuna) eiga at samstarva. So vistu fólk, hvar tey skuldu fara og ongin misskiljing varð.
1870 skal kanska seta sjúklingin meir í fokus.
Møguleikarnir eru nógvir. Men tað skal samstarv til, ikki kegl og stríð. Vit eiga framhaldandi at virða og vera góð við okkara sjúkrahús.
Eitt liggur fast, og tað er, at eins og einum sjúklingi tørvar lækna, so tørvar einum sjúkrahúsi læknar og eisini serlæknar. Uttan læknar/-serlæknar onki sjúkrahús.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur




