Tað heldur Marna Arge Ellingsgaard, sum er leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Í Klaksvík er ikki bara Klaksvíkar Sjúkrahús, sum varðar av og hjálpir teimum eldri og teimum, sum hava brúk fyri ymiskum tænastum á heilsuøkinum. NBH (Norðoya Bú- og Heimatænasta) umfatar allar Norðoyggjar. Tænasturnar í NBH verða veittar heimabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.
8 eindir eru í NBH:
·Heimatænasta
·Dagtilboð
·Terapeuteind
·Norðoya Ellis- og
Vistarheim
·Sambýlið í Bøgøtu
·Sambýlið á Heygnum
·Norðoya Røktarheim
·Heimið við Vágna
Veita tænastu til 300 fólk
Leiðari í NBH er Marna Arge Ellingsgaard. Hon sigur, at virksemið hjá NBH er rættuliga umfatandi.
– Vit eru 140-150 starvsfólk, har tey flestu eru úr Norðoyggjum. Øll tey nýsettu starvsfólkini skulu hava viðkomandi útbúgving. Tey flestu hava útbúgving sum heilsuhjálpari, sum tekur eitt ár og tríggjar mánaðir. Síðani hava vit eisini m.a. heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, terapeutar og útbúgvin fólk innan mat økið. Vit hava 89 búpláss, herav fýra pláss verða nýtt til umlætting. Hjá okkum eru øll pláss altíð fult upptikin og harumframt hava 12 fólk akuttan tørv fyri búplássi. Afturat hesum hava vit umleið 200 fólk, sum vit geva tænastu til heima hjá sær sjálvum, so samlað sæð liggur talið á umleið 300 fólkum, sum vit veita tænastu til, sigur Marna Ellingsgaard.
Samstarva við Klaksvíkar Sjúkrahús á summum økjum
Marna Ellingsgaard greiðir frá, at NBH hevur samstarv við Klaksvíkar Sjúkrahús á summum økjum og at hetta samstarv møguliga veksur, nú eldraøkið er lagt út til kommunurnar.
– Síðani eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar, so hava vit undirskrivað eina útskrivingaravtalu við sjúkrahúsini í Føroyum. Samstundis hava vit avtalað, at hava samstarvsfundir av og á. Har tosa vit um tey fólkini, sum hava serligan tørv og eisini um faklig viðurskiftir, sigur hon.
Marna vísir eisini á góðu tænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Vit hava nokkso nógv við Klaksvíkar Sjúkrahús at gera. Vit samskifta um sjúklingar/brúkarar. Eg haldi, at eg kann siga til rós fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, at tey taka sær rættuliga væl av doyggjandi. Tað er nokkso nógv fólk, sum vit hava við at gera umvegis sítt heim, sum ynskja at fara inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, tá tey eru doyggjandi, men tað eru eisini fólk, sum ynskja at vera heima. Tá ein er tað, sum vit nevna ’’doyggjandi’’, so eru tað fólk, sum ikki longur kunnu hjálpast við lekjandi viðgerð. Annars veita vit heimahjálp, og tá hesi gerast sjúk og skulu innleggjast, so samskifta vit við fakfólk um hetta. Tað eru bara læknar, sum innleggja. Men tað kann vera onkur, sum hevur fingið eina kroniska sjúku, sum hevur eina opna innlegging sum merkir, at hesi fólk kunnu blíva innløgd uttanum kommunulæknan, sigur leiðarin í NBH.
Taka tryggleikan sum eina sjálvfylgju
Leiðarin í NBH heldur, at ein vansi kann vera, at ein tekur góðu umstøðurnar á heilsuøkinum – við at hava eitt sjúkrahús í økinum – sum eina sjálvfylgju.
– Tað hevur týdning, at hava eitt sjúkrahús tætt uppat fólkunum. Tað gevur fólki ein tryggleika. Um vit knappliga ikki høvdu eitt sjúkrahús norðanfyri, so høvdu vit eftir mínum tykki sæð, hvussu nógv vit høvdu mist og hvussu stóran mun tað ger á heilsuøkinum í norður økinum, at hava eitt sjúkrahús. Ein hevur lyndi til at taka tingini sum eina sjálvfylgju, tá tey virka væl. Eg havi tosað við sjúkrarøktarfrøðingar í øðrum økjum, og tá hava teir sagt, at vit eru heppin at hava sjúkrahús í okkara øki, tí tað hava teir saknað, sigur hon.
Gevur betri heilsu
Marna Arge Ellingsgaard sigur, at framtíðar avbjóðingarnar eru stórar, tí bólkurin við eldri fólkum blívur størri í Føroyum um nøkur ár. Men samstundis er eitt posetivt rák, hvat heilsuni viðvíkur.
– Vit vita, at tað vera fleiri eldri um ikki so langa tíð, og tað hevur stórar avbjóðingar við sær. Eldri fólk í dag eru rættuliga virkin. Vit veita tænastu til nógv fólk, men parturin, sum ikki hevur havt brúk fyri hjálp, er bara øktur seinnu árini. Tað kemst kanska av, at fólk eru tilvitað um sína heilsu og eru rættuliga virkin. Hetta rákið vænti eg fer at halda fram, sigur hon og leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at eitt sjúkrahús í nærøkinum gevur betri heilsu.
– Tað kann væl hugsast, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur serliga stóran týdning fyri tey mongu við góðari heilsu, sum vit ikki koma í samband við. Eitt sjúkrahús tætt uppat fólkinum gevur ein tryggleika, og tryggleiki er rættuliga týðandi fyri heilsuna, sigur Marna Arge Ellingsgaard at enda.




