Týskvøldið 21. apríl kl. 19.30 hevur bretski urguleikarin, Michael Bawtree, orgulkonsert í Glyvra kirkju.
Týskvøldið 21. apríl kl. 19.30 hevur bretski urguleikarin, Michael Bawtree, orgulkonsert í Glyvra kirkju.
Michael Bawtree, ið er útbúgvin á Christ´s College, Cambridge University, stjórnar bæði orkestrum og kórum, og er ein virkin urguleikari. Hann hevur havt konsertir víða um, bæði í Evropa, USA og Asiu.
Týskvøldið spælir hann verk á Frobenius-orglið í Glyvra kirkju eftir J.S. Bach, D. Buxtehude, De Klerk, Carl Nielsen, Judith Bingham og Louis Marchand.




