Hósdagin 30. apríl bjóða Fróðskapur og Jóan Pauli Joensen til almenna móttøku. Hetta er í sambandi við, at bókaverkið Bót og biti kemur út á 70 ára degi Jóan Paula Joensens.
Innbjóðing til móttøku
Hósdagin 30. apríl bjóða Fróðskapur og Jóan Pauli Joensen til almenna móttøku. Hetta er í sambandi við, at bókaverkið Bót og biti kemur út á 70 ára degi Jóan Paula Joensens.
Móttøkan verður á Hotel Føroyum frá kl. 12 til 15. Røður, upplestur og sangur eru á skránni. Hotel Føroyar bjóðar ábit og okkurt leskandi afturvið.
Høvi verður at keypa eitt signerað eintak av bókaverkinum.
Bót og biti er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Bókin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan er tað ræsta og tað turra. Tað “betra” fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan, men so við og við er alt runnið saman til eina og somu matmentan. Við støði í føroyskari matmentan hevur føroyskur matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.
Bót og biti er í tveimum bindum við nógvum myndum. Verkið verður til keyps fyri 400 kr.
—
Jóan Pauli Joensen, føddur 30. apríl 1945, er mentanargranskari og søgumaður. Jóan Pauli Joensen hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu. Hann er doktari í søgu og siðsøgu og professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini verið rektari Fróðskaparsetursins og havt eina røð av álitisstørvum.




