Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar smæðist ikki

Danial Viðoy

Hesa vikuna er fiskivinnumessa í Brussel. Messan kallast Seafood Expo Global, og er heimsins størsta fiskivinnumessa. Hóast støddina er Merkið vundið á húnarhátt og heili sjey føroyskar fyritøkur hava bás á staðnum.

Føroyar vísa ferð eftir ferð, at á nógvum økjum smæðist lítla tjóðin ikki burtur. Í fiskivinnuni hava vit longu fleiri dømi. Tað feskasta mann vera makrelstríðið, sum endaði við at Føroyar vóru við yvirlutan ímóti stórmaktini, ES.

Tað er trýogtjúgindu ferð at messan er á skránni og Føroyar hava verið við hvørja ferð.

Í fiskivinnu er neyðugt við keyparum. Hendan messan savnar keyparar runt um í øllum heiminum. Tað vil so siga, at her møtast keyparar og seljarar, sum annaðhvørt vísa fram og/ella royna at fáa samstarvsavtalur í lag. Og føroyskar fyritøkur gera sær dælt av hesum.

Sjey føroysk reiðarí og fyritøkur umboðað Føroyar hesa vikuna. Tað eru:

JFK, North Pelagic, Pelagos, Hiddenfjord, Varðin Pelagic, Landshandilin og Bakkafrost.

Fiskivinnumessan byrjaði mánadagin og endar hósdagin.