Útgávukonsert og listaframsýning í kvøld kl. 19.00
Útgávukonsert oglistaframsýning í Bygdarhúsinum í Leirvík mikudagin 22. apríl kl. 19.00
Leirvíkingurin, Jóannes Joensen, gjørdi her fyri eina fløgu, ið nevnist:
SKIZ TÓNAR
Á fløguni eru 16 løg fyri violin og klaver.
Á konsertini spæla: Monika Stauss Joensen, violin, og Dánjal Eysturstein, klaver.
Eftir framførsluna syngur Jóannes nøkur løg hjá Elvis Presley.
Hesi myndlistafólk sýna fram: John Dávid Joensen, Erla Højgaard Olsen, Torgunn Eliasen og Kartin Hansen.
Atgongugjaldið er 50 kr, tá er íroknað suppa frá Primafisk. Fløgan fæst til keyps á útgávukonsertini fyri serprís 100 kr.
Væl møtt!




