Skúlastýrið við nýggja skúlan í Klaksvík hevur á fundi 22. apríl 2015 skipað seg við Karl Birgir Isaksen sum formanni. 1. januar 2016 tekur Mildrid á Lógv við sum forkvinna fram til býráðsvalið í 2016, skrivar www.osa.fo

Í fólkaskúlalógini § 50-53 verður greitt frá skipanini við skúlastýrum:
– at hava eftirlit við virksemi skúlans
– ummælir skúlamál hjá kommununi
– ummælir fíggjarætlan skúlans
– ásetur meginreglur fyri skúlan
– góðkennir undirvísingarmiðlar
– ger atferðarreglur fyri skúlan
– ger uppskot um skúlabygnað og broytingar í hesum
Skúlastýrið er mannað av áður sitandi skúlastýrislimum í Skúlanum á Ziskatrøð og
Skúlanum við Ósánna, sum eru:
Karl Birgir Isaksen, formaður apríl-desember 2015
Mildrid á Lógv, forkvinna januar 2016-oktober 2016
Lisbeth Næs, foreldraumboð
Ella Heinesen, foreldraumboð
Jónleif Johannesen, foreldraumboð
Magnus Arge, foreldraumboð
Eyðbjørn Jacobsen, læraraumboð
Tóra við Keldu, læraraumboð
Anna Maria Joensen, kommunuumboð
Óluva Klettskarð, kommunuumboð
Sven Dahl, kommunuumboð
Markus í Norðnástovu, kommunuumboð
Vagn Foldbo, skrivari