Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri inntøkur, men vaksandi skyldur

Heðin Mortensen

– Tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Samlaðu inntøkurnar í 2014 vuksu við 6% í mun til árið fyri til 703 miljónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar vuksu einans við 0,6% til 480 miljónir. Tórshavnar kommmuna gjørdi íløgur fyri 179 miljónir í 2014. Úrslitið verður tí slakar 15 miljónir.

– Tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Samlaðu inntøkurnar í 2014 vuksu við 6% í mun til árið fyri til 703 miljónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar vuksu einans við 0,6% til 480 miljónir. Tórshavnar kommmuna gjørdi íløgur fyri 179 miljónir í 2014. Úrslitið verður tí slakar 15 miljónir.

– Av teimum stóru íløgunum í 2014 kann eg nevna nakrar – Dagstovnurin Birkilund verður liðugur til skúlabyrjan í august og Frítíðarskúlin Spírin í Havnardali, ein útibarnagarður, er liðugtgjørdur. Reinsaríið er eisini liðugt, tikið í nýtslu og roynist avbera væl.

– Á ítróttarøkinum kann nevnast, at íløgur verða gjørdar í Høllina á Hálsi í sambandi við heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki, sum verður hildin í Føroyum í ár. Farið er nú undir fótbóltsvøllin í Hoyvík. Eystursíðan á Tórsvølli stendur liðug til dystin móti Grikkalandi, suðurendin er gjørdur, og fólk kunna sita undir taki og síggja landsdystir – Tórsvøllur byrjar nú eisiniat líkjast einum altjóða stadion.

– Vit halda fram at gera íløgur í lendisgøturnar, vit hava gjørt nýggjan og sjáldsaman kirkjugarð í Kaldbak og halda fram við orkusparandi tiltøkum viðvíkjandi gøtuljósum. Ketilin á brennistøðini er skiftur og vit fyrireika arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn.

– Umframt kann nevnast, at vit byggja stóran barnagarð og samráðast um stóra útstykking í Kollafirði, vit eru farin undir útstykking Oman Gil í Hoyvík, stóra útstykkingin á Kongavarða verður næst, og farið er nú eisini undir trappurnar í Vágsbotni. Brúgvin um Sandá verður liðugtgjørd. Íløgur, ið eru arbeiðsskapandi og stimbra virksemið, verða yvirhøvur raðfestar ovarlaga.

Inntøkur og skyldur

– Fólkavøkstur og tilflyting føra ikki bara inntøkur við sær, men eisini skyldur. Kommunan skal útvega byggiøki, vegir, parkeringsøki, stovnspláss, skúla o.s.fr.

– Lutfalsliga størsti vøksturin í íløgunum er innan ítrótt, mentan og frítíð. Vit rokna við at nógv lesandi úr øllum landinum fara at flyta til høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið í sambandi við útbúgving. Vit royna tí nú í samstarvi við Bústaðir at útvega lestraríbúðir, umframt at vit fara undir nakrar stórar útstykkingar. Vit fara at megna at nøkta tørvin sum frálíður.

– Tórshavnar kommuna hevur eina sera skilagóða íløguætlan og ein sunnan rakstur. Tað er rætt, at inntøkurnar vaksa, men kommunan hevur stórar og vaksandi skyldur. Við teirri menning og tí fólkavøkstri, sum er í løtuni, er eingin ivi um, at okkara skyldur fara at vaksa munandi, m.a. orsakað av fólkavøkstri, byggivirksemi bæði til bústaðir og vinnuøki, og umsitingini av eldraøkinum.

– Ivasamt er tó, um inntøkurnar fara at vaksa tilsvarandi, tí lutfalsliga fær Havnin lítið og onki burturúr tí ómetaliga tilfeingi og ríkidømi, almennu Føroyar hava valt at at býta út til aðrar partar av landinum. Júst tí gera vit eitt stórt arbeiði at útvega høvuðsstaðnum inntøkur aðrastaðni, t.d. við at gera íløgur í Tórshavnar havn og samstundis bjóða okkum fram í norðurlendskum og altjóða samstarvi innan flutning, umskipan og ferðavinnu.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Harleywoodpaint